Tvey eykafólk hava í dag tikið sæti á løgtingi, nú Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Ruth Vang úr Framsókn hava biðið um farloyvi í eitt tíðarskeið.
Næstur á listanum hjá Sambandsflokkinum, er Haraldur S. Hammer, og hjá Framsókn, Beinta Løwe, sum fyrr hevur sitið á tingi fyri Tjóðveldi, men til seinasta val valdi at stilla upp fyri Framsókn.
Haraldur Símunarson Hammer fekk á løgtingsvalinum 26. mars 198 persónligar atkvøður sum nummar 11 á listanum hjá Sambandsflokkinum.
Beinta Løwe fekk 245 persónligar atkvøður sum nummar trý á listanum hjá Framsókn.
Haraldur S. Hammer er bygdaráðslimur í Sunda kommunu og eisini formaður í nevndini fyri Sev (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald