Innanlands

Beinta Løwe: Hetta skal steðgast

Tú skal fáa tín pening úr bankanum uttan at skula rinda fyri hetta, heldur tingkvinnan

– Enn einaferð vísa bankarnir sín grammleika og áleggja nú fólki at rinda uppaftur meira fyri sínar egnu pengar, sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

– Enn einaferð vísa bankarnir sín grammleika og áleggja nú fólki at rinda uppaftur meira fyri sínar egnu pengar, sigur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-07-11 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tú skal fáa tín pening úr bankanum uttan at skula rinda fyri hetta. Tað heldur Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum ætlar sær at arbeiða fyri at seta bankunum mørk.

Tað sigur hon í kjalarvørrinum á einari fráboðan hjá BankNordik um, at bankin fer at hækka 39 tænastugjøld.

Les eisini: BankNordik hækkar 39 ymisk tænastugjøld

– Enn einaferð vísa bankarnir sín grammleika og áleggja nú fólki at rinda uppaftur meira fyri sínar egnu pengar, skrivar Beinta Løwe í lesarabrævi, sum er sent miðlunum.

– Fólk skulu rinda fyri at taka pengar út, fólk skulu rinda fyri at seta pengar inn, fólk skulu rinda fyri at hava pengar innistandandi, fólk skulu rinda fyri at flyta gjøgnum netbankan – ja, vit kundu hildið fram. Hetta skal steðgast!

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder