Innanlands

Beinta Løwe: Hvørji tilmæli eru galdandi?

Hóast vit, sambært tilmælunum, ikki kunnu savnast meira enn 100 fólk, eru fleiri hundrað, sum hava keypt atgongumerki til hondbóltsdystir hetta vikuskiftið, og tí hevur tingkvinnan sett løgmanni fyrispurning

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-16 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hóast tilmælini siga, at ikki fleiri enn 100 fólk kunnu savnast, vórðu fleiri hundrað atgongumerki seld til hondbóltsdystirnar í Høllini á Hálsi hetta vikuskiftið, samstundis sum kirkjurnar hava valt ikki at hava gudstænastur seinastu vikurnar, og fleiri mentanartiltøk eru vorðin avlýst ella avmarkað fyri at halda tilmælini.

Hetta undrast Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, á, og hevur hon tí sett løgmanni fyrispurning um evnið.

Hon vil vita, um ymisk tilmæli eru galdandi fyri ítróttargreinar, og hvat løgmaður heldur um hetta.

Spurningurin hjá Beintu Løwe er soljóðandi:

1. Eru ymisk koronutilmæli galdandi fyri ávikavist kirkjur, samkomur, mentanarlív og ávísar ítróttargreinar?

2. Hvat heldur løgmaður um, at ítróttartiltøk verða hildin innandura fleiri dagar á rað við fleiri hundrað áskoðarum?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder