Innanlands

Beinta Løwe verður forkvinna í Mentanarnevndini

Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin gjørdu avtalu í byrjanini av valskeiðnum, sum eisini inniber, at Javnaðarflokkurin sjótt fær formanssessin í Vinnunevndini

Beinta Løwe úr Tjóðveldi skal nú standa á odda fyri Mentanarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Beinta Løwe úr Tjóðveldi skal nú standa á odda fyri Mentanarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-08-17 14:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í tveimum av nevndum Løgtingsins verður formansskifti skjótt. 

Bæði í Mentanarnevndini hjá løgtinginum og í Vinnunenvdini er avtala galdandi millum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldisflokkurin um, at hvør flokkur hevur sessin helvtina av valskeiðnum.

Í Mentanarnevndini merkir hetta, at Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, ið hevur verið formaður síðani á heysti 2019, skjótt fer at lata sessin til Beintu Løwe úr Tjóðveldi, sum fer at hava leiktlutin sum forkvinna restina av valskeiðnum.

Hetta skrivar Kringvarpið.

Í Vinnunevndini hava Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eisini avtalu um at býta formanssessin millum sín. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi er í løtuni forkvinna. Bjarni Hammer ella Henrik Old taka við, tá valskeiðið er komið í helvt, skrivar kvf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder