Túsundatals fólk vóru í gjár á gøtunum í Beirut, høvuðsstaðnum í Libanon, og mótmældu stýrið í landinum.
Sambært tíðindastovuni AFP var talan um ein av størstu mótmælunum, sum hava verið í Libanon í fleiri ár.
Undir mótmælinum vórðu vegir blokeraðir við brennandi dekkum, og trygdarliðið hjá Libanon brúkti táragass móti mótmælisfólkunum.
Í hesum sambandi vórðu fleiri mótmælisfólk særd, upplýsir Reyði Krossur. Trygdarliðið hjá Libanon upplýsir eisini, at 60 løgreglufólk vórðu særd í samanbrestunum.
Tað, sum mótmælisfólkini m.a. vóru ónøgd við vóru sparingar hjá stýrinum, sum skal minka um hallið hjá landinum.
Tað, sum veruliga setti gongd í mótmælini var, at stýrið í Libanon í gjár boðaði frá, at eitt avgjald fór at verða lagt á Whatsapp-uppringingar. Uppskotið um hetta er tó síðani tikið aftur, skrivar Politiken.
Mótmælisfólkini savnaðust á Riad al-Solh-torginum í Beirut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald