Talið á deyðum í samband við ógvusligu spreingingina við havnarlagið í Beirut í Libanon týsdagin er nú farið uppum 100 fólk. Harafturat hava yvir 4.000 fólk fingið skaða. Tað skrivar BBC.
Bjargingarfólk leitað eftir fleiri hundrað fólkum, ið framvegis eru saknað. Tí kann væntast, at talið á deyðum fer at halda fram við at vaksa.
Spreingingin hendi í einum goymslubygningi har 2.750 tons av ammoniumnitrat var goymt. Sambært forsetanum í Libanon var ammoniumnitratið ikki goymt á ein tryggan hátt.
Spreingingin oyðilegði bygningar og knústi vindeygu fleiri kilometrar burturi. Eftir øllum at døma merktust ristingar á Kýpros, ið liggur 230 kilometrar frá Beirut.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald