2022-03-18 20:02
Belgisku kongshjúnini, Philippe kongur og Mathilde drotning hava latið tveir bygningar hjá belgiska kongshúsinum upp fyri ukrainskum flóttum.
Talan er um ein bústað í Brússel og ein í Wallonie, sum er í sunnara parti av landinum. Tað er belgiski kongaligi grunnurin, sum umsitur yvir 70 borgir og aðrar bygningar ymsastaðni í landinum.
Sambært Ritzau verður ikki upplýst, júst hvørjir bústaðir talan er um her, men tað verða tríggjar ukrainskar familjur, sum skulu flyta inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald