2022-05-23 11:03
Sambært Heimsheilsustovnunum, WHO eru nú 92 tilburðir av apupokum staðfestir, og 28 møguligar tilburðir afturat í londum, har sjúkan vanliga ikki finst.
Sjúkan, sum ofta kemur eftir ferðir til Afrika, vísir seg vanliga sum fepur, kuldaskjálvti, vødd og høvuðpínu, og útbrot við bløðrum. Hon verður tó ikki mett hættislig fyri fólk, og fer hon vanliga burtur aftur av sær sjálvum.
Sambært DR hevur Belgia nú sum tað fyrsta landið sett í verk krav um sóttarhald fyri tey, sum eru smittað við apupokum. Sóttarhaldið er 21 dagar.
Belgia hevur seinastu vikuna boðað frá fýra tilburðum við apupokum.
Les eisini: Ótast fyri smittandi sjúkuni apupokur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald