Uttanlands

Belgiski løgmálaráðharrin lagt frá sær

Tunesia bað í fjør Belgia um at úflýggja mannin, sum mánakvøldið drap tveir sviar, men tað varð ikki gjørt, og tað var eitt mistak, ásannar Vincent van Quickenborne

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-21 11:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Belgiski løgmálaráðharrin, Vincent van Quickenborne, hevur lagt frá sær.

Orsøkin er, at tað er komið fram, at Tunesia í august í fjør bað Belgia um at útflýggja tann 45 ára gamla mannin, sum mánakvøldið drap tveir sviar í Brússel.

Maðurin varð seinni skotin og dripin av løgregluni, og Islamiskur Statur hevur boðað frá, at maðurin var ein av teirra limum.

Umbønin hjá Tunesia varð ikki viðgjørd, og tað var eitt óforsvarligt mistak, sum van Quickenborne nú má taka ábyrgd fyri, segði hann á tíðindafundi fríggjadagin sambært Politico.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder