Ein belgisk kvinna hevur vunnið eitt rættarmál um at verða viðurkend sum prinsessa og dóttir av fyrrverandi konginum Albert II.
Albert II hevði annars víst aftur í fleiri ár, at hann skuldi verið pápi at 52 ára gomlu listakvinnuni Delphine Boël.
Men síðan hósdagin hevur hon kunnað rópt seg Delphine Saxe-Cobourg, eftir at ein kærudómstólur hevur váttað úrslitið av eini dna-roynd, upplýsir sakførarin hjá henni sambært Ritzau.
Umframt at hon sleppur at brúka kongaliga eftirnavnið Saxe-Cobourg, er umbønin hjá henni um at mann fer við henni eins og við systkin hennara, eisini gingin á møti.
– Ein sigur í rættinum kann ongantíð býtast um við kærleikanum hjá einum pápa. Men hann kann geva einum eina kenslu av rættvísi, sum verður styrkt av, at onnur børn, sum hava verið í líknandi støðum, kunn finna styrki til at gera nakað við tað, sigur Delphine Boël í skrivligari fráboðan.
Albert II var kongur í Belgia í árunum 1993 – 2013. Tá hann var ungur, hevði hann samband við mammu Delphine Boël uttanfyri hjúnalagið.
Søgan um Delphine Boël kom fram í belgisku miðlunum í 1999. Hon hevur leingi verið eitt kent andlit í Belgia.
Kongurin noktaði at góðtaka kravið hjá dóttrini um eina dna-roynd, men í fjør játtaði hann kortini, eftir at ein kærudómstólur avgjørdi, at hann skuldi rinda 5.000 evrur (37.200 krónur) í dagbøtur fyri hvønn dag hann noktaði.
Í januar ásannaði Albert kongur, at hann var pápi at Delphine Boël, eftir at dna-royndin hevði avdúkað hetta, men hann noktaði kortini at fara við henni sum við hinum børnunum. Tað málið hevur rætturin nú eisini avgjørt.
Albert II segði valdið frá sær í 2013, tá hann lat soninum Philippe trónuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald