Uttanlands

Belgiskur prinsur smittaður við COVID-19

28 ára gamli Joachim prinsur hevði verið í veitslu í Spania við fleiri gestum enn loyvt var – Løgreglan kannar nú málið

2020-05-31 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at hava verið í veitslu í Spania, hevur ein belgiskur prinsur fingið staðfest COVID-19.

Talan er um 28 ára gamla Joachim prins, sum er systursonur Philippe, kongur í Belgia. Prinsurin er nummar tíggju í belgisku arvafylgjuni.

Tað var týsdagin, at prinsurin var í veitslu í suðurspanska býnum Cordoba, har ikki er loyvt at savnast fleiri enn 15 fólk. Tó vóru 27 fólk í veitsluni, og øll eru tey farin í sóttarhald.

Prinsurin fór til Spania 24. mai, og har er hann enn, sigur talsfólk hjá prinsinum sambært Ritzau.

Spanska løgreglan er í løtuni í ferð við at kanna málið, og vísir tað seg, at mann hevur gjørt ímóti forboðnum um at savnast fleiri enn 15 fólk, verður hetta helst revsað við einari bót á millum 600 og 10.000 evrur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder