Ben Arabo fær 5,2 milliónir í uppsagnarløn. Tað er greitt nú Betri tekur orðini í seg aftur, og gevur uppsagda stjóranum síðstu 2,6 milliónirnar, sum hann hevur hildið seg hava rætt til.
Hetta veit útvarpið í dag.
Tað var í september 2018, at Ben Arabo varð koyrdur úr starvinum sum forstjóri í Betri. Hann fekk 2,6 milliónir við sær, sum svarar til løn og eftirløn í 12 mánaðir, men helt seg eisini hava rætt til fráfaringarsamsýning, sum svarar til løn í 12 mánaðir afturat.
Betri helt ikki, at Ben Arabo hevði rætt til síðstu 12 mánaðirnar, tí samtakið helt, at hann hevði misrøkt sítt starv. Hesum stevndi Ben Arabo við tí úrslitið, at Betri í dag ikki velur at fara víðari við málinum, og tekur orðini í seg aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald