
Á aðalfundinum hjá BankNordik í gjár, varð nýggj nevnd skipað, og Sverre Bjarkeli hevur nú yvirtikið nevndarformannssessin frá Ben Arabo. Hesum boðaði BankNordik frá eftir aðalfundin í gjár.
John Henrik Holdm Barbara P. Vang, Gunnar Nielsen og Hans Arni Bjarnason Thomsen tóku ikki við afturvali í gjár, meðan Ben Arabo og Jógvan Jespersen tóku við afturvali.
Nýggj aðalfundavald umboð í nevndini eru Sverre Bjarkeli, Michael Ahm, og Jóhanna Lava Køtlum. Alexandur Johansen, Kenneth Samuelsen og Rúna Hentze eru starvsfólkavald umboð í nevndini.
Nývalda nevndin í BankNordik hevur skipað seg soleiðis:
Sverre Bjerkeli, formaður
Jóhanna Lava Køtlum, næstforkvinna
Ben Arabo, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Michael Ahm, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
Rúna Hentze, starvsfólkaumboð
Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald