2025-01-15 23:13
Klokkan 22:45 fór alarmurin í gongd hjá Tórshavnar sløkkiliði um royk á Landssjúkrahúsinum.
Alt verður sent á staðið í slíkum støðum fyri at binda um heilan fingur, men enn hava teir ikki funnið royk ella eld, sigur átaksleiðarin hjá Tórshavnar sløkkiliði.
Talan var um ein følara í gomlu barakkini, har sum eygnalæknin heldur til.
Átaksleiðarin hjá Tórshavnar sløkkiliði sigur, at tað kann vera støv ella okkurt líknandi, sum følarin hevur fangað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald