Innanlands

Benjamin Hansen nývaldur í nevndina í Maskinmeistarafelagnum

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin

Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, er nývaldur í nevndina hjá Maskinmeistarafelagnum (Mynd: Maskinmeistarafelagið)

Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, er nývaldur í nevndina hjá Maskinmeistarafelagnum (Mynd: Maskinmeistarafelagið)

2025-03-16 10:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin var aðalfundur í Maskinmeistarafelagnum á Hotel Hilton, og í hesum sambandi hendi ein útskifting í nevndini.

Regin M. Olsen bleiv afturvaldur, meðan Mortan S. Thomsen misti sín sess til Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima.

Regin M. Olsen bleiv afturvaldur við flest atkvøðum av øllum. Hann fekk 45 atkvøður, Benjamin Hansen fekk 40, Mortan S. Thomsen 26, og fjórða valevnið Ólavur J. Østerø fekk 24 atkvøður. Teir báðir Mortan S. Thomsen og Ólavur J. Østerø blivu síðan valdir sum tiltakslimir.

Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, legði fram formansfrágreiðing og roknskap, og aðalfundurin hesa ferð var skjótt avgreiddur, tí sera fáar viðmerkingar vóru til formansfrágreiðingina og roknskapin, skrivar Maskinmeistarafelagið, sum leggur afturat, at uppmøtingin sjáldan hevur verið so góð.

– Sjáldan um nakrantíð hevur uppmøtingin verið so stór á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum. Stívliga 70 limir høvdu teknað seg til veitsluna, og flestu teirra møttu á aðalfundinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder