Mentan

Benjamin jammaði við Avi Kaplan

Son of Fortune varð boðin upp á pallin í Pumpehuset í Keypmannahavn mikukvøldið

Avi Kaplan og Son of Fortune á pallinum í Pumpehuset mikukvøldið

Avi Kaplan og Son of Fortune á pallinum í Pumpehuset mikukvøldið

2024-09-12 22:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kanska er tað onkur, ið kennist við navnið Avi Kaplan.

Serliga í árunum frá 2011 til 2017 var hann ein stór stjørna innan tónleikin. Vit tosa um mannin, sum helt rútmuna við at beatboksa og átti heilt djúpu bassrøddina í amerikanska acapella tónleikabólkinum Pentatonix.

Pentatonix hevur bergtikið nógv fólk við sínum reinu og kláru røddum, ikki minst teira innspæling av jólasangum vóru væl móttiknar. Populariterurin mundi vera í hæddini ta tíðina, sum Avi Kaplan var partur av bólkinum.

Men í 2017 valdi Avi Kaplan, at fara burtur úr Pentatonix fyri at sleppa undan nógvu ferðingini við konsertir í stórum høllum og pallum fyri heldur at vera saman við familjuni.

[object Object]
Benjamin Petersen saman við Avi Kaplan, í miðjuni, og orkestri hansara

Hann flutti úr Kalifornia til Tennessee, har hann nú býr langt úti í skóginum, tó ikki so langt frá Nashville.

Síðan hann fór úr Pentatonix hevur Ari Kaplan latið hárið vaksa sítt og skeggið er vorðið størri. Hann er farin at spæla tónleik aftur, men tað er eitt annað slag av tónleiki. Tónleikur, ið er knýttur meira at eldri fólkatónleiki, men eisini við rokkutum rútmum uppií.

Í løtuni er Avi Kaplan á konsertferð í Evropa – tað vil siga, at hann er um at vera liðugur við konsertferðina. Hesa vikuna hevur hann spælt tvær konsertir í Danmark. Síðan gongur leiðin til Berlin, Warshawa og Prag, og so er liðugt at ferðast fyri hesaferð.

Týskvøldið spældi hann í spælistaðnum Voxhall í Aarhus. Til staðar til ta konsertina var føroyski sangarin og guittarleikarin, Benjamin Petersen, sum eisini kallar seg Son of Fotrune.

- Eg fór til Aarhus fyri at hitta góða vin mín, Noah Denney, sum er trummusláari og býr í Nashville. Hann spælir við í túr-orkestrinum hjá Avi Kaplan.

- Eg lærdi Noah at kenna tá eg var í Nashville og spældi tónleik inn. Noah Denney hevur spælt trummur á fleiri av mínum upptøkum, eitt nú á útgávuni Voodoo Pop.

- Eftir konsertina í Voxhall, hugnaðu vit okkum við eini øl í Aarhus. Tá var tað, at Avi Kaplan spurdi meg, um eg ikki hevði hug at jamma eitt sindur saman við teimum, tá teir skuldu hava konssert í Pumpehuset í Keypmannahavn kvøldið eftir.

Hesari avbjóðing kundi Benjamin sjálvandi ikki standa ímóti.

So tá konsertin í Pumpehuset nærkaðist endanum, segði Avi Kaplan, at teir høvdu ein loyniligan gest við, ein frálíkan guittarleikara úr Føroyum, sum var vinmaður við Noah handan trummurnar. Og tá varð Son of Fortin boðin inn á pallin og var fagnaður av einum fullsettum sali í Pumpehuset.

Benjamin spældi við á endanummarinum, “When I’m a Fool”, ið er av útgávuni hjá Avi Kaplan, “Floating on a Dream”, sum kom út í 2022. Sangurin kann hoyrast herundir í eini eldri innspæling, ikki við Son of Fortune.

Á leinkinum her sæst tá Son of Fortune verður boðin inn á pallin.

- Tað var ein heiður fyri meg at sleppa at spæla saman við teimum. Avi Kaplan er ein fantastiskur artistur og ein ótrúligur sangari, sigur Benjamin Petersen um upplivingina.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder