Uttanlands

Benjamin Netanyahu megnaði ikki at skipa stjórn

Ísraelski forsetisráðharrin megnaði ikki at skipa stjórn, áðrenn freistin var farin, og tí verður nýval 17. september

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-30 11:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ísraelski forsetisráðharrin, Benjamin Netanyahu, megnaði ikki at skipa stjórn, áðrenn freistin fór á midnátt (klokkan 22 føroyska tíð, red.) og tí skal skipast fyri nývali.

Netanyahu og flokkur hansara, Likud, høvdu annars fingið eitt gott val 9. apríl, tá tað eydnaðist teimum at fáa 35 av 120 plássum í ísraelska tjóðartinginum.

Men fyri at fáa meiriluta hevði flokkurin tørv á stuðli, men orsakað av ósemjum um herskyldu millum Netanyahu og nakrar av smærri flokkunum, eydnaðist tað ikki at gera samgongu, áðrenn freistin fór, skrivar DR.

Ísraelska tjóðartingið atkvøddi tí í gjárkvøldið um at upploysa tjóðartingið. 74 atkvøður vóru fyri, og 45 vóru ímóti.

Eftir ætlan verður nýval 17. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder