Mentan

Benjamin Rajani við nýggjum staklagi

"Mánakvøld" er næsta staklag av komandi debutplátuni hjá Benjamin Rajani

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-12 14:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Næsta ár útgevur Benjamin Rajani sína debutplátu “Tá hvørt ljós líkist tær”, framleidd í samstarvi við Esben Svane (Hjalmer, Kalaset, Beinir). Nú er hann klárur við atmosferiska næsta staklagnum "Mánakvøld".

Eitt mánakvøld kann bæði setast í sambandi við ein vanligan gerandismánadag, men eisini eitt kvøld, har mánin lýsur. Hendan dualistiska náttúran verður eisini avspeglað í sanginum. Ein vanligur gerandisdagur kann umbroytast til eina undurfulla mánalýsisnátt, har møguleikarnir tykjast endaleysir, tá persónurin tú elskar er við tína lið, sigur Benjamin Rajani í tíðindaskrivi.

Við dragandi og sissandi guitartónum, trummum og ambientum ljóðlandsløgum er "Mánakvøld" perfekti sangurin til komandi heystævintýrini.

Sangurin hevur longu leitt til eina samrøðu á DR P5, og er eisini í umferð í Uniradioen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder