2019-10-03 17:47
Bernharður Wilkinson, í gerandistalu ofta kallaður Benni, varð í dag heiðraður við M. A. Jacobsen virðislønini fyri mentanaravrik.
Bernharður Wilkinson fær virðislønina fyri stóra arbeiðið hann hevur gjørt sum leiðari fyri Føroya Symfoniorkestri, sum hann hevur ment sera nógv.
Umframt at stjórna symfoniorkestrinum, er Bernarður Wilkinson eisini tónleikalærari og leiðari fyri Tórshavnar Kamarkóri. Oftani eru boð eftir honum frá øðrum symfoniorkestrum eisini at stjórna, serliga úr Íslandi, har hann fyrr hevur virkað og búð.
Bernharður er breti, men er av føroyskari ætt. Abbin var úr Sumba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald