2023-12-09 11:51
Løgreglan fekk í gjár tvær fráboðanir um oljustuldur. Í Suðuroynni var ein lastbilaførari, sum hevði mist tolið, tí nú var tað enn einaferð stolið úr dieseltanganum.
Eisini á einari bensinstøð norðanfyri upplivdu tey stuldur av brennievni. Sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðuni vóru tað fleiri, sum høvdu fylt sær á tangan, men rýmdu avstað uttan at rinda.
Á einari bensinstøð eru vakmyndatól tøk, og tí verður farið at hugt eftir teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald