Uttanlands

Bent Fabricius-Bjerre farin, 95 ára gamal

Heimskendi komponisturin er deyður eftir stutta sjúkralegu

(Mynd: Bt.dk)

(Mynd: Bt.dk)

2020-07-28 09:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heimskendi Bent Fabricius-Bjerre er deyður, 95 ára gamal, eftir at hava verið sjúkur í stutta tíð. Tað skriva danskir miðlar í morgun.

Hann hevur millum annað gjørt eyðkennisløgini til “Matador” og “Olsen Banden”, og vann í 1962 eina Grammy-virðisløn fyri sangin “Alley Cat” í bólkinum “Best Rock’n’Roll Recording”.

Í 1996 gjørdist Bent Fabricius-Bjerre riddari av Dannebrog.

Hann var eisini við í fyrsta Klovn-filminum “Klovn The Movie” frá 2010, har hann spældi leiklutin sum eigari av skøkjuhúsi. Hann hevur eisini gjørt eyðkennislagið til kendu Klovn-sjónvarpsrøðina.

Bent Fabricius-Bjerre var giftur tríggjar ferðir og átti fýra børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder