Innanlands

Ber ikki til at siga hvussu fútabannað tilfar er likið úr KVF

Danska blaðið Berlingske fekk hendur á tilfar hjá Kringvarpinum, sum stovnurin hevði fingið fútabann fyri at almannakunngera

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-20 22:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra kjakevnið fyrst í desember var fútabannið, sum Dagur og vika fekk fyri at spæla eitt ljóðbrot av samrøðu millum Helga Abrahamsen, landsstýrismann og Herálv Joensen, aðalstjóra.

Allíkavæl var samrøðan skrivliga endurgivin í Berlingske nakrar dagar seinni, og samrøðan kundi bara vera komin úr Kringvarpinum, og hetta fekk stjóran á stovninum at seta eina kanning í verk.

- Niðurstøðan í kanningina var, at í høvuðsheitum hava arbeiðsgongdirnar virkað sum tær skulu, men brot á trygdar- og trúnaðarásetingar hjá einum ella fleiri brúkarum er orsøk til trupulleikan, sigur Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, við VP, sum hevur spurt um kanningina.

- Kanningin staðfestir, at skipanir í húsinum sostatt ikki kundu forðað fyri, at tilfarið bleiv almannakunngjørt av øðrum enn KvF. Avrit kann t.d. verða tikið av tilfarinum, eftir at tað er lagt í felags arbeiðsøki.

- Kanningin staðfestir eisini, at ei heldur ber til at siga nakað um, hvussu tilfarið er komið út úr húsinum. Eitt nú hava flest øll í dag privatan teldupost hjá onkrum stórum veitara, skrivar Ivan Niclasen í svarinum til VP.

Hann harmast um at tilfar í Kringvarpinum, sum er umfatað av fútabanni, endaði í øðrum miðlum, og sigur, at stovnurin eftirfylgjandi hevur endurskoðað og hert ásetingarnar á økinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder