Skúlagentur í Afghanistan bera ótta fyri, at tær ikki sleppa at gera skúlagongdina lidna og sostatt ikki sleppa at taka eina hægri útbúgving, nú Taliban aftur hevur tikið valdið í Afghanistan.
Fríggjadagin boðaði Taliban-stýrið frá, at dreingjaskúlar fóru at lata uppaftur í gjár, leygardagin, men einki varð sagt um gentuskúlarnar.
Eftir at Taliban í august tók valdið aftur í landinum, hevur verið lovað, at gentur og kvinnur ikki skulu missa síni rættindi til at lesa og arbeiða. Talsfólk hjá Taliban hevureisini sagt, at gentuskúlar skjótt eisini fara at lata uppaftur, og eru myndugleikar í ferð við at finna útav, hvussu genturnar í teimum elstu flokkunum skulu flytast til og frá undirvísingini, skrivar Ritzau.
Men skúlagentur og foreldur teirra siga við bretska miðilin BBC, at líkindini ikki eru góð.
Ein ung genta, ið hevði ein dreym um at gerast løgfrøðingur, sigur soleiðis:
– Eg eri sera óttafull um framtíð mína. Hvønn dag vakni eg og spyrji meg sjálva, hví eg eri til. Skal eg vera heima og bíða eftir, at onkur bankar á dyrnar og spyr, um eg vil giftast við honum? Er tað endamálið við at vera ein kvinna?
Pápi hennara er samdur, og sigur, at pápi hansara plagdi at happa mammuna, tí hon var analfabetur, og er tað ikki nakað, hann ynskir fyri dóttrina.
– Eg vil ikki hava, at dóttur mín skal enda sum mamma mín, sigur hann við bretska miðilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald