Umleið 14.000 ferðir hevur formaðurin í bretska undirhúsinum, John Bercow, roynt at fingið frið í salinum við sínum sermerkta ”Ordeeer!”.
Men nú er hetta tíðarskeiðið av. Formaðurin gavst í dag í sessinum eftir tíggju ár – tíggju ár, sum hava verið millum tey mest dramatisku í søguni orsaka av brexit.
John Bercow hevur verið ein høvuðsleikari í bretsku royndini at sleppa burtur úr ES-felagsskapinum. Serliga seinastu mánaðirnar meðan Boris Johnson hevur verið forsætisráðharri, hava avgerðirnar hjá Bercow fleiri ferðir sett kíla í brexit-ætlanirnar hjá stjórnini.
Kortini gekk Boris Johnson á odda, tá undirhúsið í dag heilsaði formanninum í sambandi við hansara seinasta spyrjitíma við forsætisráðharranum.
- Hóast vit kanska eru ósamdir um nakrar av lógarteknisku uppfinnilsunum, sum tú hevur tikið framum, so er ongin ivi í míni sál um, um at tú hevur verið ein fantastiskur tænari fyri tjóðartingið, segði Boris Johnson.
Og hesaferð var andstøðuleiðarin, formaðurin í Labour, Jeremy Corbyn, samdur við forsætisráðharran.
- Eg vil takka tær fyri mátan, tú hevur brúkt formansskapin. Tú hevur bøtt um tingið, og okkara fólkaræði er styrkt orsaka av mátanum, tú hevur gjørt tað, segði Corbyn við Bercow.
Undirhúsin skal mánadagin velja nýggjan formann. Viðkomandi fær eftir øllum at døma bert ein dag ístólinum, áðrenn tingið verður sent heim í sambandi við tjóðartingsvalið, sum verður hildið 12. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald