2024-01-26 08:26
1. februar tvífaldar Berg Motors úrvalið av bilmerkjum. Tá leggjast Peugeot, Citroën, Opel, Fiat og Fiat Professional afturat.
Frammanundan umboðar Berg Motors merkini Suzuki, Subaru, JAC, BYD vørubilar, Aiways og Scania.
Sostatt fara heili 10 bilmerkir at verða savnaði á einum og sama stað, skrivar Berg Motors í tíðindaskrivi.
- Eftirspurningurin eftir elbilum er vaksin nógv, og tí eru vit sera fegin um at umboða framskygdar og sterkar bilframleiðarar, ið eisini bjóða bilar, ið verða riknir við varandi orku. Samstundis sum vit víðka munandi um úrvalið av persónbilum, kunnu vit eisini bjóða eitt sera breitt úrval av vørubilum, sigur Berg Motors.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald