Innanlands

Bergtórur H. Bjarkhamar byrjar í embætinum

Í dag klokkan 11 skipar Uni Næs, dómpróstur, Bergtór H. Bjarkhamar í embætið í Hoyvíkar kirkju

Bergtórur H. Barkhamar (Mynd: Folkakirkjan.fo)

Bergtórur H. Barkhamar (Mynd: Folkakirkjan.fo)

2019-08-18 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. august varð Bergtórur H. Bjarkhamar settur í nýggja embætið sum sóknarprestur í suðurstreymoyar norðara prestagjaldi, og í dag sunnudagin klokkan 11 skipar Uni Næs, dómpróstur Bergtór H. Bjarkhamar í embætið í Hoyvíkar kirkju.

Nú eru tveir prestar í prestagjaldinum. Theodor E.D.Olsen hevur verið sóknarprestur í prestagjaldinum síðani 2014. Í prestagjaldinum eru bygdirnar Hoyvík, Hvítanes, Sund, Kaldbaksbotnur og Kaldbak.

Bergtórur H. Bjarkhamar hevur frammanundan verið sóknarprestur í norðstreymoyar eystara prestagjaldi í 8 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder