Uttanlands

Bergur Løkke er nú eisini partur av Moderaterne

Venstre hevur sostatt mist eitt umboð í ES-tinginum

Faðir og sonur á veli til ES-tingið í mai 2019 (Savnsmynd: EPA)

Faðir og sonur á veli til ES-tingið í mai 2019 (Savnsmynd: EPA)

2023-03-14 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danski politikarin og hálvi føroyingurin, Bergur Løkke Rasmussen, hevur nú skift flokk, og er ikki longur limur í Venstre men í flokkinum Moderaterne hjá pápa sínum, Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharra.

Hetta kemur sambært vinstraflokkinum ikki óvæntað.

Skiftið merkir, at Venstre nú missir eitt umboð í ES-tinginum.

33 ára gamli Bergur Løkke Rasmussen, boðaði í gjárkvøldið frá, at hann nú skiftir flokk, so at hann framyvir umboðar flokkin hjá pápanum, tí hann hevur “meira til felags við Moderaterne enn við Venstre”.

Bergur Løkke Rasmussen gjørdist limur í Venstres Ungdom í Græsted sum 17 ára gamal.

Hann var fyrsti eykalimur til ES-tingið í Brússell eftir seinasta val til ES-tingið. Hann fekk sess í ES-tinginum í fjør eftir at tveir av tinglimunum hjá Venstre, Søren Gade og Linea Søgaard-Lidell, vórðu vald á fólkating. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder