Kiwanis Tórshavn hevur í ár latið yvirskotið av jólatræssøluni til Beran.
Hetta bleiv longu kunngjørt í november 2024, áðrenn sølan fór í gongd, og nú er uppgjørt, og á limafundi mikukvøldið handaði Kiwanis Tórshavn, Oddvør Poulsen leiðara hjá Beranum 85.000 krónur.
Tað vóru Hans Højgaard, formaður í jólatræsnevndini hjá Kiwanis, og Karlot Hergeirsson, forseti í Kiwanis Tórshavn, sum handaðu gávuna, skrivar Kiwanis, sum takkar øllum, sum keyptu jólatrø frá teimum í 2024 og harvið stuðlaðu Beranum.
– Tað hendur meir enn so, at tá fólk koma at keypa, lata tey eitt sindur eyka fyri træið, og hetta eru vit í Kiwanis ógvuliga takksom fyri, tí tað ger beinleiðis meira yvirskot, skrivar Kiwanis.
– Ein kundi sagt fleiri søgur um tað, men vit vilja tó draga eina søgu fram. Tað var ein drongur, sum kom at keypa eitt træ í ár, og tá hann fekk at vita, at yvirskotið fór til Beran í ár, so fór hann í lumman og tók teir smápengar, sum hann hevði leyst, og segði, at hetta skuldu vit eisini eiga. Hann segði í sama viðfangi, at hann hevði mist mammu sína, og hevði fingið góða hjálp frá Beranum.
Berin virkar fyri, at børn og foreldur í sorg, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina og á tann hátt hava størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey mennast og læra at liva við sorgini. Berin bjóðar ráðgevandi samrøður og sálarfrøðiliga viðgerð til børn, ung, foreldur ella umsorganarpersónar.
Kiwanis er ein altjóða hjálparfelagsskapur, sum vil hjálpa børnum, sum hava tørv. Tað eru 14.147 klubbar í 85 londum, við tilsamans 445.167 limum. Í Føroyum eru tríggir klubbar. Ein í Eysturoynni, sum eitur Kiwanis Eysturoy, sum er klubbi har bæði menn og kvinnur eru limir. Tveir klubbar eru í Tórshavn. Kiwanis Rósan, sum er ein kvinnuklubbi, og Kiwanis Tórshavn, sum er ein mannfólkaklubbi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald