Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, 83 ára gamli Silvio Berlusconi, er nú skrivaður út av sjúkrahúsinum, har hann hevur verið innlagdur við covid-19.
Berlusconi segði við fjølmiðlarnar í hesum sambandi, at fólkið í Italið eigur at taka koronavirusið í álvara og fylgja leiðreglunum um at bera munnbind.
Berlusconi sigur at sjúkan kanska hevur verið størsta avbjóðingin í lívi hansara. Hann hevur fyrr havt trupulleikar við hjartanum, og hevur kvikil – ’pacemakara’.
Tíðindini um at hann var smittaður við koronavirus komu 2. september. Stutt eftir varð hann lagdur inn á sjúkrahús í Milano við byrjandi lungnabruna.
Sambært Berlusconi, vóru serliga teir fyrstu dagarnir á sjúkrahúsinum sera truplir, skrivar Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald