Fyrrverandi italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, er staðfestur at hava fingið covid-19. Hann er innlagdur á sjúkrahúsi í Milano til kanningar, skrivar Reuters.
Tað var mikudagin, at tað var staðfest, at hann var positivur fyri covid-19. Fyrstu fráboðanirnar søgdu annars, at hann hevði lugnabruna.
Flokkurin hjá Berlusconi, Forza Italia, hevði frammanundan boða frá, at eingin vandi var við heilsustøðuni hjá leiðaranum.
- Eg kann vissa tykkum um, at eg ikki havi fepur, og ikki havi pínu. Eg havi tað rættiliga gott, segði Berlusconi úr telefonini til luttakararnar á einum veljarafundi í Genoa í gjár.
Berlusconi verður 84 seinni í hesum mánaðinum. Hann var í trý skeið italskur forsætisráðharri í árunum frá 1994 til 2011.
Harumframt hevur hann átt stóra italska fótbóltsfelagið AC Milan og eigur í dag SS Monza, sum spælir í triðbestu deildini. Hann stendur eisini á odda fyri eini stórari miðlafyritøku.
Italskir miðlar hava skrivað, at tvey av børnum hansara herfyri eisini fingu staðfest covid-19 og sita í heimasóttarhaldi.
Berlusconi hevur ein part av summarferiu síni verið í strandarhúsum sínum á Sardinia. Nógvir av nýttjastu italsku covid-19-tilburðunum hava tilknýti til júst fólk, sum hava verið á Sardinia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald