2019-02-19 13:39
Bernie Sanders fer enn einaferð at royna at gerast forsetavalevni hjá demkoratunum í USA. 77 ára gamli Sanders er í løtuni senatorur í Vermont
Bernie Sanders royndi at gerast forsetavalevni hjá demokratunum í 2016, men tapti móti Hillary Clinton.
Meiningakanningar vísa, at hesi seinastu árini meðan Donald Trump hevur sitið sum forseti, er Sanders vorðin meiri og meiri væl dámdur.
Sanders hevði stóran stuðul í okkara parti av heiminum, tá hann stillaði upp í 2016, tí at hann nærkast meiri teimum sosialu virðunum, sum vit kenna í Evropa, og tí at hann ofta tosar væl um norðurlendska vælferðarsamfelagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald