2022-01-10 15:33

Tað byrjar av álvara at nærkast, til skotið verður ígjøgnum í Sandoyartunlinum.
Í dag varð boðað frá, at nú eru 10.625 metrar av 10.785 metrum boraðir samanlagt.
Síðst í november vórðu senastu metrarnir boraðir í Traðardali, og eftir jólafrítíðina, eru 35 metrar boraðir frá Gomlurætt.
Her ber til at síggja longd og dýpd og at fylgja við, hvussu langt boringin er komin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald