Innanlands

Bert 25 sleppa við Bussleiðini í senn

Tórshavnar kommuna herðir krøvini til tey ferðandi við býarbussunum

2021-12-09 10:27 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tórshavnar kommuna avmarkar nú talið av ferðandi við býarbussunum í høvuðsstaðnum til 25.

Hetta kravið kemur oman á kravið um munnbind, sum vað sett í gildi 5. november og kravið um av vísa koronupass fyri at sleppa við bussunum hjá Bussleiðini.

Men tað framgongur ikki í skrivinum hjá kommununi hvussu hesi kvør verða hildin.

Á heimasíðuni hjá kommununi https://www.torshavn.fo/tidindi/i-mesta-lagi-25-folk-i-hvorjum-bussi-og-framhaldandi-krav-um-masku/ verður skrivað soleiðis:

Bussførararnir hava ikki møguleika fyri at kanna koronupass og hava avmarkaðar møguleikar fyri at handhevja kravið um masku. Hetta er sostatt eisini ein innilig áheitan á øll um at halda reglurnar og taka atlit, soleiðis at bussførararnir kunnu hugsavna seg um ferðsluna.

Førararnir hava tó heimild at seta krav um masku og at nokta ferðandi uttan masku at ferðast við bussinum. Somuleiðis hava førarar heimild til ikki at taka fleiri ferðandi uppí, tá talið av ferðandi er 25. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder