Uttanlands

Bert Biden og Sanders hava møguleika móti Trump

Veljarakanning vísir, at tey elstu møguligu valevnini hjá demokratunum kunnu vinna á sitandi forseta

Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

Joe Biden (Savnsmynd: EPA)

2019-03-25 18:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um demokratarnir skulu hava nakran møguleika at skumpa Donald Trump av trónuni, so skulu tey stilla antin Joe Biden ella Bernie Sanders upp.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Fox News hevur almannakunngjørt.

Sambært kanningini hevði Biden vunnið við 47 prosentum móti 40 á Trump, og Bernie Sanders hevði vunnið við 44 prosentum móti 41. Trump hevði vunnið móti øllum hinum, demokratisku valevnunum, sum eru upp á tal í løtuni.

Kanningin hjá Fox varð gjørd í farnu viku og sostatt áðrenn Mueller-frágreiðingin, sum varð almannakunngjørd í dag, og sum fríkendi Trump fyri allar ákærur um at hava samstarva við russar til tess at ávirka úrslitið av forsetavalinum.

Biden og Sanders eru nógv teir elstu av demokratisku valevnunum, sum eru upp á tal. Komandi ár verða teir ávirkavist 78 og 79 ára gamlir.

Tað er eisini teir báðir, Joe Biden og Bernie Sanders, sum liggja á odda í spurninginum um hvønn demokrat, veljararnir vilja hava at stilla upp.

Teir liggja á odda við ávikavist 29,6 og 24,2 prosentum. Hareftir koma Kamala Harris og Beto O’Rourke við átta prosentum hvør.

Joe Biden, sum var varaforseti hjá Barack Obama, hevur enn ikki alment boðað frá, at hann stillar upp til at gerast forsetavalevni fyri demokratarnar.

Amerikanska forsetavalið verður 3. november 2020. Men tilgongdin at finna demokratiska mótvalevnið til Donald Trump byrjar við valfundunum í Iowa 3. februar komandi ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder