Uttanlands

Bert ein dýri biðidagur eftir í Danmark

Við triðju viðgerð í Fólkatinginum var stórur meiriluti fyri at avtaka halgidagin, sum hevur 337 ár á baki

Tað verður nevnt mest ópopulera uppskotið hjá nýggju stjørnuni, og mótstøðan móti avtøkuni hevur eisini verið stór

Tað verður nevnt mest ópopulera uppskotið hjá nýggju stjørnuni, og mótstøðan móti avtøkuni hevur eisini verið stór

2023-02-28 16:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var einki óvæntað við tí, men talan var tó eina heldur serliga og søguliga løtu, tá Fólkatingið við triðjuviðgerð í dag atkvøddi fyri at avtaka dýri biðidag.

Talan hevur verið um ein halgidag, sum hevur verið í gildi í 337 ár - síðani 1686. At stjórnin hevur stríðst fyri at fingið hetta ígjøgnum, hevur fingið nógv at ressast við: Fakfeløg, arbeiðsgevarar, aðrir politiskir flokkar, kirkjur og samkomur og nógvarar borgarar annars.

Hetta er ein halgidagur og ein frídagur, ið fer burtur, og stjórnin fekk frá talarastólinum í dag nógvar atfinningar. Í høvuðsstaðnum er tað uppá tal at halda fast í degnum - ein lokal varðveitsla ið hevði veri heilt serlig. Í fakfelagsrørsluni eru tey eisini stúrin í samband við avgerðina.

Eitt eyðmerkt í dag var, at so at siga eingin frá stjórnini var á røðarapallinum og vardi uppskotið - heldur ikki ráðharrin innan arbeiðsmál. Socialdemokratarnir, Vinstri og Moderaterne atkvøddu sum væntað fyri, og eisini Radikali vinstriflokkurin, ið ikki er partur av stjórnini. Samanlagt vóru 95 atkvøður fyri og 68 atkvøður ímóti.

Føroysku fólkatingsumboðini, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, atkvøddu blankt, hóast flokkar teirra eru í stjórn. Hetta er í tráð við, at tey ikki vilja blanda seg beinleiðis í donsk viðurskifti. Tað er lítið og einki, sum bendir á, at dýri biðidagur verður avtikin í Føroyum.

Atkvøðurgreiðslan í dag merkir, at seinasti dýri biðidagur í Danmark nakrantíð verður 5. mai í ár. 

Kelda: tv2.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder