
Eingin nýggjur smittutilburður av koronu varð staðfestur í gjár, og tað hevur eingin nýggjur tilburðir verið seinastu vikuna.
194 kanningar vórðu gjørdar seinasta døgnið. Tað merkir, at tað tilsamans nú eru gjørdar 237.091 kanningar í Føroyum.
661 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum, og nú eru 659 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.
Hetta merkir, at í løtuni er ein persónur smittaður. Tveir eru staðfestir frískir seinasta døgnið.
Seinasti smittuburðurin, ið varð skrásettur í Føroyum, er frá fríggjadegnum 12. mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald