
Gongdin viðvíkjandi koronutølunum í Føroyum hevur verið heilt góð í 2021, og nú februar næstan er av, so kann staðfestast, at bert ein persónur er smittaður í løtuni.
222 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og allar eru liðugt greinaðar. Eingin smitta varð funnin í teimum. Tilsamans eru nú gjørdar 230.174 kanningar, upplýsir corona.fo
Ein persónur er staðfestur frískur afturat. Harvið eru 656 persónar staðfestir frískir aftur. Ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt er ein persónur smittaður í løtuni.
Tann nýggjasti tilburðurin í Føroyum er frá 15. februar. Harvið kann talið av smittaðum koma niður á eitt null um nakrar dagar.
Eingin persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald