Bert ein triðingur av amerikansku veljarunum halda at Joe Biden forseti skal hava enn eitt valskeið í Hvítu Húsunum. Meginparturin av demokratisku veljarunum vilja nevniliga heldur hava onkran annan at umboða seg á valinum næsta ár.
Tað vísir ein kanning, sum SSRS hevur gjørt fyri CNN.
Meginparturin av kanningini er gjørd í mars, áðrenn Donald Trump varð ákærdur.
Sambært kanningini eru 42 prosent av veljarunum nøgd við sitandi forsetan, meðan 57 prosent eru ónøgd. Men tað eru ikki øll, sum siga seg vera nøgd við forsetan, sum eisini halda, at hann hevur uppiborið fýra ár afturat. Bert 32 prosent siga, at hann átti at verið afturvaldur.
Yvir helvtin av veljarunum hjá demokratunum – 54 prosent – siga, at tey vilja hava onkran annan enn Biden at umboða demokratarnar á valinum næsta ár, meðan 44 prosent siga, at tey ynskja Biden sum valevni.
Enn hevur Joe Biden ikki alment boðað frá, at hann fer at stilla uppaftur, men higartil hava tveir aðrir demokratar bjóðað seg fram – Robert F. Kennedy, yngri, og Marianne Williamson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald