
Tað verður einki stríðsval í Føroya Pedagogfelagi í ár. Jógvan Philbrow varð valdur til formann í 2015, varð afturvaldur trý ár seinni, og hann verur eisini formaður komandi árini.
Tað er greitt, nú freistin at stilla upp til nevndarvalið er farin, og eingin stillar upp ímóti Jógvani Philbrow.
Hetta skrivar Kringvarpið.
Jógvan Philbrow var serliga nógv í brennideplinum, tá námsfrøðingarnir vóru í longum verfalli seint í 2017 og fyrst í 2018.
Fimm fólk stilla upp til nenvdarvalið - tvey verða vald.
Annika Østerø, Bjarni Beder, Gunnvá Akraberg Hansen, Nikkil Heinesen og Tóra Højgaard Joensen eru tey uppstillaði - Nikkil Heinesen og Gunnavá Akraberg Hansen sita í nevndini frammanundan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald