2021-01-17 11:03

Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í gjár, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Støðan er sostatt framvegis tann, at 649 persónar hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum, av teimum eru 641 staðfest frísk aftur, og ein er deyður. Hetta merkir, at sjey persónar eru positivir í Føroyum í løtuni.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya við covid-19, og 30 eru í sóttarhaldi.
Í gjár vórðu 380 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru nú 214.642 kanningar gjørdar í Føroyum.
Dagførd kl. 12.31 við rætta talinum av fólki, sum eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald