Ovasti politiski leiðarin í ES-samstarvinum, Ursula von der Leyen, vitjar í Føroyum í dag.
Um middagsleitið verður tíðindafundur í Tinganesi, har týska ES-forkvinnan fer at greiða frá samstarvsavtaluni millum ES-samveldið og Føroyar, sum hon og Aksel V. Johannesen, løgmaður fara at undirskriva undan tíðindafundinum.
Men tað verður ikki høvi til djúpt kjak um málið, tí undan tíðindafundinum var boðað frá, at tað einans er pláss fyri 2-3 spurningum til ES-nevndarforkvinnuna.
Og í gjár fingu miðlarnir so boð um, at teir miðlarnir, sum sleppa at seta spurningar á tíðindafundinum eru Kringvarpið, Miðlahúsið og danska sjónvarpsstøðin TV2.
Spurd um hví ein donsk sjónvarpsstøð verður tikin fram um føroyskar miðlar á eini vitjan í Føroyum svarar umboð fyri løgmansskrivstovuna, at tað var eitt ynski frá ES at ein danskur miðil slapp at seta tann eina spurningin.
Danska forsætisráðkvinnan, Mette Frederiksen, er eisini við á ferðini.
Í tíðindaskrivi frá statsministaraskrivstovuni verður sagt endamálið við ferðini er at styrkja viðurskiftini millum ES og Føroyar og Grønland. Tær fara nevniliga víðari til Grønlands eftir støðgin í Føroyum.
- Stjórnin arbeiðir aktivt við at knýta Føroyar og Grønland tættari ES. Nú verður næsta stig tikið. Tað fegnist eg um. Sum geopolitiska støðan sær út er tað av týdningi, at vit, ið hava felags virðir, samstarva tætt og standa saman, sigur Mette Frederiksen í tíðindaskrivinum, sum varð sent út í gjár.
Ursula von der Leyen og Mette Frederiksen komu til Føroya í gjárkvøldið við rutuflogfarinum hjá Atlantsflogi. Aksel V. Johannesen tók ímóti á flogvøllinum.
Í Føroyum skal skulu tær vitja Sev í Húsahaga, Bakkafrost á Glyvrum, Ocean Rainforest í Kaldbak og í Gásadali og í Bø.
Í køld klokkan 19 fara tær víðari við leiguflogfari hjá Atlantsflogi til Kangerlussuaq.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald