Uttanlands

Bert trý valevni eftir

Nú eru bert Rishi Sunak, Penny Mordaunt og Lizz Truss eftir í kappingini um at gerast nýggjur formaður í konservativa flokkinum, eftir at Kemi Badenoch varð sorterað frá í gjár

Rishi Sunak hevur í seinastu umførunum fingið flestar atkvøður (Mynd: EPA)

Rishi Sunak hevur í seinastu umførunum fingið flestar atkvøður (Mynd: EPA)

2022-07-20 07:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár varð aftur atkvøðugreiðsla hjá tjóðartingslimunum í konservativa flokkinum í Stórabretlandi, og nú eru bert trý formansvalevni eftir av teimum 11, sum stillaðu upp fyri góðari viku síðani.

Í fjórða valumfarinum fekk fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak 118 atkvøður; fyrrverandi verjumálaráðharrin og núverandi handsilsmálaráðharrin, Penny Mordaunt fekk 92 atkvøður; uttanríkismálaráðharrin Liz Truss fekk 86 atkvøður; og Kemi Badenoch fekk 59 atkvøður.

Tað merkir, at Kemi Badenoch nú ikki longur er við í valstríðnum.

Eitt valevni afturat skal sorterast frá í vikuni, og síðani skulu allir 200.000 limir í konservativa flokkinum yvir summarið atkvøða um, hvør tey halda skal gerast eftirmaður hjá Boris Johnson sum forsætisráðharri og formaður í konservativa flokkinum.

5. september verður væntandi kunngjørt, hvør nýggi formaðurin og forsætisráðharrin er.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder