placeholder
Innanlands

Bert tvey smittað eftir

Eingin er staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum seinastu seks dagarnar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-02-15 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heldur ikki í gjár varð nakar staðfestur positivur fyri covid-19 í Føroyum, og sostatt er eingin nýggj smitta staðfest seinastu seks dagarnar.

Samlaða talið á staðfestum tilburðum stendur tí framvegis í stað. Hinvegin eru nú 654 av 657 staðfest frísk aftur. Ein persónur er deyður við covid-19 í Føroyum. Sostatt eru nú tveir persónar, sum eru positivir í løtuni.

197 kanningar vórðu gjørdar í gjár, og samlaða talið á kanningum, sum eru gjørdar í Føroyum er nú 227.222.

Eingin persónur er í løtuni innlagdur við covid-19 í Føroyum. 17 persónar eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder