
Essan eitur ein lítil matstova í Miðvági, sum ikki ger so nógv burtur sær sjálvum.
Men matummælarar hjá Den danske Spiseguide hava fingið eyguni upp fyri góðskuni á matinum, sum er at fáa har.
Den danske Spiseguide, sum eisini gevur út matguide'ina ‘Faroe Best Restaurants” kunngerð nú, at Essan er kosin vinnari í bólkinum, sum eitur “Ársins smyrjibreyð (open sahdwich, danish style)”.
Tvær matstovur vóru í uppskoti – umframt Essuna var tað Bitin í Havn.
Eigari av Essuni er Súsanna Danielsen, sum var við til at byrja Bitan, og áðrenn tað var partur av Smyrjibreyðsbúðini.
Essan hevur í eina tíð veri ein partur av útboðnum í matstovuni Smiðjan á Leitisvegi í Miðvági. Tað er hon ikki longur. Essan tekst einans við 'takeaway' nú.
Heiðurslønirnar “Faroe Best” innan matstovuvinnuna hava seinastu árini verið handaðar á serligum tiltaki í Føroyum, men so verður ikki í ár, upplýsir matummælarin Bent Christensen, sum í fleiri ár hevur givið út Den danske Spiseguide.
Orsøkin er vantandi áhugi, serliga frá sponsorum. Virðislønirnar verða tí handaðar á sama tiltaki, sum tær donsku. Tað hendir á matstovuni HimmeRiget í Farsø 30. oktober.
(tekstur rættaður kl. 13.25)
-
Essan hevur fyrr verið ein partur av matstovuni Smiðjan (Mynd: Essan á Facebook)
-
(Mynd: Essan á Facebook)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald