Berg Motors Sp/f, sum heldur til á Staravegi 1 í Havn, selur bilmerkini Suzuki, Subaru og elbilamerkið Airways. Harumframt selur og umboðar felagið lastbilamerkið Scania. Bilaútleigan er eisini ein týðandi partur av virkseminum, har felagið umboðar kendu bilútleigufeløgini Avis og Budget.
![]()
Roknskapurin hjá Berg Motors vísir, at bruttovinningurin øktist úr 14,8 mió.kr. í 2020 til 22,8 mió.kr. í 2021, sum er ein vøkstur á heili 54 prosent. Tann hækkandi bruttovinningurin í 2021 gevur ábendingar um at sølan er økt. Ikki er upplýst um vøksturin stavar frá bilasøluni ella bilaútleigan.
Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2021, eisini nevnt Ebidta, var 11,1 mió.kr., samanborið við 3,5 mió.kr. í 2020. Talan er um ein vøkstur á heili 7,6 mió.kr. ella 215 prosent.
Ársúrslitið fyri 2021 var eitt avlop á 3,5 mió.kr., sum er heili 5,6 mió.kr. hægri enn úrslitið í 2020, sum var eitt hall á 2,1 mió.kr.
Aðalfundurin samtykti at luta 500 tkr. út til eigaranr sum vinningsbýti.
Fíggjarjavnin hjá Berg Motors minkaði úr 61 mió.kr. í 2020 til 54,9 mió.kr. í 2021.
Støðisognin minkað við avskrivingunum úr 40 mió.kr. í 2020 til 33,8 mió.kr. í 2021.
Ognir í umferð hevur verið støðug og var 21 mió.kr. í 2021. Serliga kann í 2021 síggjast at vørugoymsla er støðug á 10,3 mió.kr., áogn er økt 1,4 mió.kr. til 4,5 mió.kr. og at tøkur peningur er minkaður 800 tkr. til 6,2 mió.kr.
Berg Motors hevði við árslok 2021 eina eginogn á 26,9 mió.kr. Hetta gevur eitt trygdarevni á 49 prosent, sum má metast at verða gott.
Felagið hevur langfreiðstaða skuld á 19,5 mió.kr. viðarlok 2021, sum er 1,3 mió.kr. lægri enn í 2020. Stuttfreiðstaða skuldin er hinvegin minkað úr 14,1 mió.kr. í 2020 til 5,6 mió.kr. í 2021.
Um hugt verður eftir lyklatølunum hjá Berg Motors sæst, at ognaravkastið, sum er úrslitið áðrenn fíggjarpostar í mun til samlaða fíggjarjavnan var 9 prosent, sum verður mett rímuliga gott.
Eginpeningsavkastið var 16 prosent í 2021, sum eisini verður mett rímuliga gott.
Samanumtikið eitt rímuliga gott úrslit hjá Berg Motors í 2021, sum eisini er besta úrslit síðstu 5 árini.
Stjóri í Berg Motors Sp/f er Saroya Britt Dalsgarð. Nevndarformaður er Hálvdan Dalsgarð.
Eigararnir av Berg Motors Sp/f eru ikki upplýstir í roknskapinum.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen, á ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald