Innanlands

Besti "Koppur og Kanna" handil annað árið á rað

Koppur og kanna, sum húsast hjá Ide Møblum vann aftur í ár í kapping millum teir 100 handlarnar í ketuni

Starvsfólkini í Koppi og kannu í Tórshavn

Starvsfólkini í Koppi og kannu í Tórshavn

2019-10-17 13:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Annað árið á rað hevur Koppur og Kanna, sum húsast hjá Ide Møblum, vunnið stóru kappingina Kop & Kande League, sum er ein kapping millum teir umleið 100 handlarnar hjá Kop & Kande í Danmark, Føroyum og Grønlandi og Íslandi.

Kappingin verður máld eftir hvør handil hevur størstu framgongd og hetta er annað árið á rað at Koppur og Kanna hjá Ide Møblum vinnur.

Í fjør, tá handilin vann, fóru starvsfólkini hjá Koppi og Kannu í Føroyum at vitja Kählers í Portugal. Í hesum tíðarskeiðnum vóru starvsfólk á ketu-kontórinum hjá Koppi og Kannu í Danmark og avloystu starvsfólkini í handlinum í Tórshavn

Í ár gongur leiðin so til Finlands at vitja stóru Fiskars fyritøkuna, sum millum annað framleiðir Royal Copenhagen, Iittala og Mumi vørur, og aftur í ár koma fólk av høvuðsskrivstuni hjá Kop & Kande í Danmark at halda skansan í handlinum og tey hava hópin av einastandandi góðum tilboðum við sær mánadagin og týsdagin.

Birgir Andreasen, stjóri, sigur at orsøkin til hesa góðu gongdina er at viðskiftafólkini hava fingið eyga á spennandi deildina við teimum altíð góðu tilboðunum og skørpu prísunum, sum eru teir somu, sum hjá Koppi og Kannu í Danmark.

Harumframt sigur Birgir Andreasen at dugnaligu starvsfólkini hjá Koppi og Kannu eiga lut í tí stóra heiðrinum, sum tað er at vinna á øllum hinum handlunum tvey ár á rað. Tey hava so sanniliga uppiborið at sleppa hendan túrin til Finlands. Farið verður leygardag og eru tey aftur í Føroyum mikudag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder