Fríggjadagin í farnu viku fór vælumtókta útvarpssendingin, Góðan Morgun Føroyar, í holt við eina atkvøðugreiðslu um at finna besta føroyska sangin seinastu fimmti árini.
Men longu nú er atkvøðugreiðslan støðgað. Tiltakið fekk so nógvar atfinningar, at tað nú verður byrjað av nýggjum.
Orsøkin til atfinningarnar eru sangirnir, sum møguleiki var at velja ímillum. 12 sangir vórðu útvaldir, og tað verður av fjøldini hildið at vera alt ov lítið, og sangirnir verða heldur ikki mettir at vera umboðandi fyri tann breiða lurtaraskarðan.
Trý fólk vórðu biðin um hvør at velja fýra sangir, og eftir øllum at døma, kundi vanligi lurtarin ikki fyrihalda seg til sangirnar, sum tey trý, Uni Leitisstein Hansen, Tóra í Stórustovu og Gissur Patursson høvdu valt.
Tey trý vórðu annars vald út, tí at tey umboðaðu hvør sýna generasjón og umboðaðu eitt breitt úrval av tónleikasmakki.
Teir 12 sangirnir vóru:
Uni Leitisstein Hansen: Bow Down (To No Man) við Høgna Lisberg, Confised við Deja Vu, I Was Just Thinking við Teiti Lassen og Ró við Vestmonnum.
Tóra í Stórustovu: Aldan við Anniku Hoydal, Syngja sama Lag við Jofo-kasar/Mark no Limits, Føroyar við Frændum og Nærveran við Marius.
Gissur Patursson: Afrodite við Frændum, Lagnan við Jens Marna Hansen, Meistarin við Taxi og Svarti Ravnur við Kræklingum.
Men ónøgdin yvir úrvalið at velja ímillum er so stór, at Góðan Morgun Føroyar í morgun upplýstið, at atkvøðugreiðslan er ”innstillað”. Í sama viðfangi varð upplýst, at ein nýggjur leistur verður funnin og at meira verður at frætta um tað í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald