Nevnir tú Inga Sørensen, eru tað helst fleiri, sum fara at hugsa um nógvu myndirnar, hann hevur tikið.
Seinastu trý árini hevur hann arbeitt við einari bókaútgávu, og í morgun var stóri dagurin komin. Myndabókin við heitinum "The Faroe Islands - A magical land & ocean safari" kom í bókahandlarnar í dag.
Ingi Sørensen elskar tað, hann ger, og tað sæst eisini aftur á myndunum, sum vísa nærlagni og gott tol.
Hann sigur seg sjálvan kortini vera ótolnan, men honum dámar so væl at taka myndir, at hann bítur tað í seg.
“Photography is a love affair with life” er eitt sitat sum stendur fremst í bókini, og sigur ikki so lítið.
Bókin er heilar 231 síður, og er stór í vavi og vigar eisini nakað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald