2019-12-20 15:12
Nú jólastákanin er upp á tað hægsta, er her eitt høvi til tykkum, sum kundu hugsað tykkum at steðga á og fingið eina róliga og hugnaliga løtu saman sum hjún og saman við øðrum hjúnum við góðum undirhaldi aftur við kaffi, te, rís a la mande og øðrum góðum.
Umframt felagssang verða fleiri sangframførslur at hoyra. Eitt nú Eyðun Jacobsen & Zamar, Tóra við Keldu og Sangbólkurin Vitin.
Ein stuttfilmur verður vístur, har ymiskir føroyingar hugleiða út frá spurninginum: “Hvussu er Gud við tær?”, og so kemur búktalarin Absalon Áargarð eisini á vitjan og fer at undirhalda.
- Betesda
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald