Mentan

Betlehemsstjørnan sum eitt skothol

Ein øðrvísi mynd av jólaevangeliinum sýnd fram í Betleham

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-12-23 16:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Heimskendi bretski listamaðurin, Banksy, brúkar nú søguna um føðing Jesusar til at kasta ljós á viðurskiftini, sum palestinar liva undir í býnum Betlehem.

Almenningurin veit ikki hvør Banksy í veruleikanum er. Men sum listamaður – hann hevur sín uppruna sum grafitti-teknari í Bristol – er Banksy vorðin heimskendur. Ikki bara fyri síni listaverk, men eisni fyri hvussu hann sýnir síni listaverk fram.

Banksy kom í alla heimspressuna, tá hann lat eitt listaverk hjá sær oyðileggja seg sjálvt, beint eftir at tað var selt fyri nógvar milliónir krónur á eini uppboðssølu hjá Sotheby’s.

Les: Listaverk selt fyri 8,9 mió. kr. – oyðilegði seg sjálvt 

Í Bethehem, sum liggur í hersetta Vestara Áarbakka, hevur Banksy staðið fyri innrættingini av einum hotelli, og innrættingin er í sjálvum sær vorðin eitt listaverk, sum ferðafólk streyma til býin fyri at uppliva.

Og listaverkini og útsýnið frá kømurunum á hotellinum kasta ljós á mátan, sum Ísrael skipar viðurskiftini í býnum, har Jesus varð føddur.

Yvir eini installasjón við jesusbarninum í fjósinum lýsir ein ”stjørna”, sum er eitt granathol í markamúrinum, ið skilir jødisku búsetingarnar frá teimum palestinsku.

Í útgávuni hjá Banksy er tað sostatt ikki í einum fjósi, føðingin fer fram, men undir 670 kilometra langa markamúrinum, sum Ísrael hevur bygt á Vestara áarbakka.

Á vegginum aftan fyri Jósef og Mariu standa orðini ’love’ og ’paix’ (friður á fronskum), skrivað sum grafitti, og frammanfyri eru tríggir stórir pakkar við gullsloyfum. Navnið á installasjónini er ”Scar of Betlehem”.

[object Object]
Hotellið hjá Banksy, "Walled off Hotel" liggur dygst upp móti múrinum, ið skilir palestinar og jødar í Betlehem (Mynd: EPA)

Dagligi leiðarin á hotellinum sigur við BBC, at Banksy við hesi jólafrásøgnini fær tey vitjandi at hugsa.

- Hetta er ein fínur máti at taka upp søguna um Betleham, jólafrásøgnina, á ein øðrvísi hátt. Fyri at fáa fólk at hugsa, sigur leiðarin á ”Walled off Hotel”, Wissam Salsaa.

Sambært bretska ’listabrigdinum’ er múrurin í Betleham, sum varð bygdur í 2002, eitt arr, ið øll eiga at skammast yvir.

Banksy er ofta politiskur í sínum listaverkum, sum ofta eisini snúgva seg kritiskt til mentan og etikk. 

Herundir eitt innslag hjá sjónvstpsstøðini Al Jazeera um Walled off Hotel í Betlehem:

 

Eitt longri innslag, sum bretska sjónvarpsstøðin Channel 4 gjørdi um Walled off Hotel hjá Banksy í 2017 sæst her:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder